Málsgongdir

Gongdin í einum máli er tengd at, um talan er um eina fráboðan um revsiverd viðurskifti ella klaga um atburðin hjá starvsfólkinum.

Málsgongdir í atburðarklagumálum

Niðanfyri sær tú yvirlit yvir gongdina fyri atburðarklagumál.

Málsstig
atburðarklagur
Lýsing
Politiklagumyndugleikin
tekur ímóti klaguni
Tá vit taka ímóti klagu tíni, verður hon farin ígjøgnum í eini snarkanning í Politiklagumyndugleikanum. Tú fær eitt váttanarbræv, tá vit byrja viðgerðina av klagu tíni.
Politiklagumyndugleikin biður politiøkið um upplýsingar 
Politiklagumyndugleikin biður politiið ella ákæruvaldið um at senda málsskjølini til myndugleikan, og um at kunna starvsfólkið, tú hevur klagað, um klaguna.
Politimyndulegikin kannar máliðTá politklagumyndugleikin kannar málið, savna vit ymiskt viðkomandi tilfar. Tað er til dømis upplýsingar frá viðkomandi, ið hevur klagað, vitnum, yvirvøku og ljóðfílum.
Um neyðugt, verður tú avhoyrd/ur av starvsfólki hjá Politiklagumyndugleikanum, eins møgulig vitni til støðuna møguliga eisini verða avhoyrd. Viðkomandi, tú hevur klagað, verður biðin um at lata inn skrivligar viðmerkingar um klaguna, ella verður møguliga avhoyrd/ur.
PartahoyringTá kanningin er av, verður tú, og møguliga viðkomandi, tú hevur klagað, partshoyrd viðvíkjandi tí tilfari, ið er komið undan kavi í samband við kanningina hjá Politiklagumyndugleikanum. Í hesum sambandi fær tú møguleika at bera fram áskoðan tína um málið.
MálviðgerðartíðVit viðgera klagu tína skjótast til ber. Ymiskt er, hvussu long málviðgerðartíðin er fyri atburðarklagur, tá hetta er tengt at málsslagnum. Um Politiklagumyndugleikin ikki hevur tikið avgerð í málinum innan 6 mánaðar eftir móttøku av klagu tíni, verður tú kunnað/ur um, nær Politiklagumyndugleikin væntar, at avgerð verður tikin.
Politiklagumyndugleikin
tekur avgerð
Politiklagumyndugleikin tekur avgerð í málinum. Avgerðin er endalig og møguleiki er ikki fyri at klaga til annan umsitingarligan myndugleika. Til ber at lesa um reaktiónsmøguleikar í atburðarklagum her.
Møgulig agagongdUm Politiklagumyndugleikin ber fram atfinning, verður møguliga sett fram agasøk móti starvsfólkinum. Tað er Ríkispolitiið ella ákæruvaldið, ið tekur avgerð um eitt møguligt agabrotsrevsitiltak.

Uppritsviðgerð av atburðarklagum

Í summum førum kann ein atburðarklaga viðgerðast eftir eini serligari mannagongd – sokallaðari uppritsviðgerð, har ein samrøða verður hildin millum viðkomandi, ið klagar, og ein leiðara í politinum ella ákærumyndugleikanum.
Niðanfyri kanst tú lesa meir um uppritsviðgerð og um hvussu slíkar fara fram.

Málsstig
uppritsviðgerð
Lýsing
Hvat er uppritsviðgerð?Møguleikin fyri uppritsviðgerð er lýst í rættargangslógini §1068 k. Uppritsviðgerð merkir, at eitt atburðarklagumál kann enda við, at ein samrøða er millum ein leiðara og klagaran. Tað er ein treyt fyri uppritsviðgerð, at viðkomandi, sum klagar, tekur undir við framferðarháttin.

Tað eru bert mál, ið eru skikkaði til tess, ið verða viðgjørd sum uppritsviðgerð. Oftast snýr tað seg um klagur um at starvsfólkið ikki hevur borið seg rætt at, til dømis tí hann ella hon hava borið seg óhøviskt at.
Málsgongdin í uppritsmálumUm starvsstaðið ella Politiklagumyndugleikin metir, at málið er skikkað sum uppritsmál, verður tú kunnað/ur um hetta.
Eitt mál kann bert viðgerðast sum uppritsmál, um tú tekur undir við hesum.
Starvsstaðið setir seg í samband við tegStarvsstaðið setir seg í samband við teg. Hetta hendir ofta umvegis telefon. Eitt upprit skal gerast um samrøðuna og endaúrslitið av henni. Uppritið skal millum annað vísa á, um tú tekur undir við uppritsviðgerðini, ella um tú ynskir at málið skal avgerðast av Politiklagumyndugleikanum.
 
Avrit av uppritinum verður sent Politiklagumyndugleikanum, ið hareftir metir um myndugleikin tekur undir við, at klagan er endað við uppritsviðgerðini.

Reaktiónsmøguleikar í atburðarklagumálum

Niðanfyri kanst tú lesa um teir reaktiónsmøguleikar, Politiklagumyndguleikin nýtir, tá avgerð verður tikin í atburðarklagumáli.

Onga atfinningTá kanningin hevur víst, at grundarlag ikki er fyri at brigsla hinum klagaða nakað.
HarmiligtPolitiklagumyndugleikin kann harmast um eina hendingargongd fyri einum, ið klagar, hóast grundarlag ikki hevur verið fyri at brigsla tí klagaða nakað.
Til dømis kann verða orsøk til at harmast, um ein borgari er komin illa til skaða í sambandi við politiið, hóast orsøk ikki er at brigsla politinum. Í summum førum kann eisini vera orsøk til at harmast, um møguleiki ikki hevur verið at eyðmerkja hin klagaða, málinum viðvíkjur.
ÓhenturEitt mál kann avgerðast við eini fráboðan frá Politiklagumyndugleikanum um at ein hending kundi verið handfarin hentari, ella at ein ávísur háttur at fara fram á var óhentur ella óheppin. Til dømis sigur Politiklagumyndugleikin viðhvørt, at ein klagaður átti at hildið seg frá einum ítøkiligum framferðarhátti, ella at ein annar framferðarháttur var ynskiligur.
AtfinningarsamtÚtsøgnin, atfinningarsamur atburður, verður nýtt at lýsa linasta háttin fyri veruliga atfinning.
Sera atfinningarsamtÚtsøgnin, serstakliga/sterkt/ógvuliga atfinningarsamur atburður verður nýtt til at lýsa skarpasta slagið av veruligum atfinningum.
Serstakliga/sterkt/ógvuliga
atfinningarsamt
Útsøgnin, serstakliga/sterkt/ógvuliga atfinningarsamur atburður verður nýtt til at lýsa skarpasta slagið av veruligum atfinningum.
AgaavleiðingarMálið fær vanliga bert avleiðingar í mun til starvið hjá tí klagaða í teim málum, har Politiklagumyndugleikin ber fram veruligar atfinningar. Avgerðin verður tikin av ríkispolitistjóranum ella ákærumyndugleikanum.

Málsgongdir í revsimálum

Niðanfyri sær tú eitt yvirlit yvir gongdina fyri eina fráboðan um revisvert viðurskifti.

Málsstig revsimálLýsing
Politiklagumyndugleikin
tekur ímóti fráboðanini
Tá vit taka ímóti fráboðan tíni um revsivert viðurskifti, verður hon farin ígjøgnum í eini snarkanning í Politiklagumyndugleikanum.
Politiklagumyndugleikin
kannar málið
Kanningararbeiðið hjá Politiklagumyndugleikanum kann hava ymisk stig, Til dømis avhoyring av tær, vitni av tí/teimum meldaðu og innheintan av møguligum vakmyndaupptøkum. Í summum førum er neyðugt at fremja til dømis brotstøkniligar kanningar ella at leggja málið fyri Rættarlæknaráðið ella aðrar myndugleikar.
Politiklagumyndugleikin kann vísa eini fráboðan afturUm Politiklagumyndugleikin metir, at tað ikki er rímiligur illgruni um at revsivert viðurskifti er framt, kann Politiklagumyndugleikin vísa fráboðanini aftur.
Politiklagumyndugleikans afturvísing kann klagast til statsadvokatin innan 4 vikur.
Politiklagumyndugleikin sendur frágreiðingina til statsadovkatinTá Politiklagumyndugleikin er liðugur at kannað málið, orðar myndugleikin eina frágreiðing um kanningina.
Frágreiðingin verður send statsadvokatinum, ið síðan tekur støðu til, um ákæra skal reisast í málinum. Politiklagumyndugleikin kunnar teg um hetta, tá myndugleikin sendir frágreiðingina til statsadvokatin.
MálsviðgerðartíðMálsviðgerðartíðin í revsimálum kann verða skiftandi og er millum annað tengd at málsslagnum. Hetta er millum annað tengt at kanningum í málinum, her undir til dømis avhoyringar, tøkniligar kanningar, innsavnan av frágreiðingum frá øðrum myndugleikum við meira.
Er avgerð ikki tikin í málinum innan 1 ár síðan móttøku av fráboðanini, verður tú kunnaður um, hvar málið liggur, og nær væntað verður, at avgerð verður tikin.
Fráboðanin verður antin givin av Politiklagumyndugleikanum ella av statsadvokatinum, alt eftir, hvør av hesum myndugleikum viðgerð málið.
Statsadvokaturin tekur avgerðAvgerðin hjá statadvokatinum kann verða, at kanningararbeiðið verður steðgað, at ákæra verður frágingin, at ákæra verður afturtikin ella at ákæra verður reist móti tí meldaða.
Klaga um avgerðina hjá statsadvokatinumPolitiklagumyndugleikin og viðkomandi, ið hevur verið fyri órætti hevur møguleika at klaga avgerðina hjá statsadvokatinum.