Leiðreglur fyri heimasíðu Politiklagumyndugleikans

Á hesi síðu kanst tú lesa um, hvørja kunning Politiklagumyndugleikin hevur skyldu til at gera atkomuliga á heimasíðu síni.  

Sambært §17 í innlitslógini skulu meginfyrisetingarmyndugleikarnir  almannakunngera kunning um virksemi teirra á heimasíðu myndugleikans. Harumframt fylgir eisini, at fyrisetingarmyndugleikin setir leiðreglur viðvíkjandi nevndu kunningarskyldu, ið fylgir ásetingini í § 17. Innihaldið av leiðreglunum er tengt at slagi av einstaka myndugleikanum, og teim uppgávum, hann røkjur.

Á Politiklagumyndugleikans heimasíðu skal fylgjandi kunning verða sjónlig:   

  1. Kunning um tær uppgávur, Politiklagumyndugleikin varar av, umframt endurgeving av virksemi á málsøkjum myndugleikans,  
  2. Bygnaðarskipanar – og fíggjarstøða, 
  3. Politiklagumyndugleikans hugsjónir og setningur,
  4. Lógir og reglur, ið liggja til grundar fyri virksemi Politiklagumyndugleikans, 
  5. Ársfrágreiðingar Politiklagumyndugleikans, 
  6. Vegleiðing til almenningin um viðgerð av politiklagumál, umframt klagu/fraboðanarskja, 
  7. Tíðindi og tíðindafrásagnir, undir hesum kunning um løtubær, ítøkilig mál av ávísum týdningi, ið mugu síggjast sum havandi áhugan hjá almenninginum,  
  8. Sambandsupplýsingar umframt upplatingar- og telefontíðir Politiklagumyndugleikans.