Viðgerð av perónsupplýsingum
Í samband við loysn av uppgávum sínum, viðgerð Politiklagumyndugleikin upplýsingar um einstakar persónar (persónsupplýsingar). Um tú hevur verið í samband við Politiklagumyndugleikan, ella um loysnin av uppgávum okkara hevur gjørt tað neyðugt, viðgerða vit persónsupplýsingar um teg.
Les um rættindi tíni í samband við viðgerð okkara av revsimálum her
Les um rættindi tíni í samband við viðgerð okkara av atburðarklagum her
Dátuábyrgdari og dátuverjuráðgevi
Politklagumyndugleikin hevur dátuábyrgd fyri teir upplýsingar, ið verða savnaðir og skrásettir til nýtslu fyri myndugleikans málsviðgerð.
Politklagumyndugleikans sambandsupplýsingar eru:
Politiklagumyndugleikin
Frederiks Plads 42, 8. og 9. sal
8000 Aarhus C
Tlf: + 45 41783500
Teldupostur: mail@politiklagemyndigheden.dk
Politiklagumyndugleikin hevur tilnevnt ein dátuverndarráðgeva, ið kann vegleiða teg nágreinari um ásetningarnar fyri dátuvernd, undir hesum tíni rættindi í mun til Politiklagumyndugleikans viðgerð av persónsupplýsingum tínum.
Dátuverjuráðgevin kann røkkast beinleiðis ígjógnum dpo@politiklagemyndigheden.dk.
Rúmar áheitan tín persónsviðkvamar upplýsingar, verður viðmælt at tú nýtir talgildu postloysnina gjøgnum virk.dk ella e-boks.dk
Les meir um dátuverndarráðgevans uppgávur í § 31 í lógini um rættarverjandi myndugleikans viðgerð av persónsupplýsingum og í dátuverjufyriskipanargrein 37-39
Dátuverjuráðgevi Politklagumyndugleikans er: Selina Rosenmeier
Viðgerð av persónsupplýsingum í revsimálum
Í samband við loysn av uppgávum sínum, viðgerð Politiklagumyndugleikin upplýsingar um einstakar persónar (persónsupplýsingar). Um tú hevur verið í samband við Politiklagumyndugleikan, ellu um loysnin av uppgávum okkara hevur gjørt tað neyðugt, viðgerða vit persónsupplýsingar um teg. Les her um rættindi tíni v.m., sambært § 13 í rættarverjandi myndugleikans viðgerð av persónsupplýsingum [1].
Endamál
Politiklagumyndugleikin setir í verk eftir fráboðan, ella setir sjálvur í verk kanning, tá nóg stórur illgruni um at starvsfólk hjá politinum í tænastu hava framt revsivert viðurskifti, ið verður fylgt av tí almenna. Harumframt verður sett í verk kanning, tá ein persónur hevur latið lív ella hevur fingið álvarsom mein sum fylgju av uppíleggjanina av polittinum, ella meðan viðkomandi var í varveiðslu hjá politinum. Endaliga verður avgerð tikin í klagumálum um atburðin hjá politinum.
Vit viðgera upplýsingar um einstakar persónar (persónsupplýsingar) í revsimálum, tá viðgerðin er neyðug fyri at fyribyrgja, kanna, avdúka ella rættarsøkja revsverdar gerðir ella fullføra revsirættarlig tiltøk, undir hesum fyri at fyribyrgja móti ella fyribyrgja hóttanum mótvegis almennu trygdini.
Persónsupplýsingarnir verða viðgjørdir í kunningartøknisskipan okkara.
Rættindi tíni
Sum útgangsstøði hevur tú rætt at fáa at vita, um vit viðgera tínar persónsupplýsingar og fáa atgongd til upplýsingarnar (innlitsrættur).
Tú hevur rætt at heita á dátuábyrgdaran um rætting av, ella um at strika persónspplýsingarnar, ella um at avmarka viðgerð av persónupplýsingum.
Tú hevur krav á eini skrivligari grundaðari avgerð, um vit útseta, avmarka ella nokta tær rætt tín til innlit í upplýsingar, ellu um tær verður noktað eina umbøn um rætting, striking ella avmarking av viðgerð.
Tú kanst lesa meir um rættindi tíni í parti 4-7 og parti 22 í lógini um rættarhevjandi myndugleikars viðgerð av persónsupplýsingum.
Klagumøguleikar
Dátueftirlitið er eftirlitsmyndugleiki fyri viðgerð av persónsupplýsinum. Tú kanst klaga til Dátueftirlitið um háttin, vit viðgera tínar persónsupplýsingar. Sambandsupplýsingar til Dátueftirlitið finnast á www.datatilsynet.dk.
Í summum førum hevur tú rætt at lata Dátueftirlitið útinna rættindi tíni í mun til Politiklagumyndugleikans viðgerð av upplýsingum tínum, til dømis um rættur tín til innlit er skerdur ella noktaður.
[1] Lógin fremur Evropulóggávutingið og Ráðsins fyriskipan 2016/680/EU frá 27. april 2016 um verju av fysiskum persónum í samband við skikkaðum mynduleikums viðgerð av persónsupplýsingum við tí fyri eygað at fyribyrjga, kanna, avdúka ella rættarfylgja revsiverdar gerðir ella fullgera revsirættarlig tiltøk og um frítt skifti av slíkum upplýsingum og um at seta úr gildi Ráðsins avgerðir um karmar2008/977/RIA, EU-Tíðindi 2016, nr. L 119, síða 89. Lógarinnar § 13, stk. 1 og 2, ger upp røð av upplýsingum, sum hann, ið er dátuábyrgdari skal gera tøkan ella geva tí skrásetta.
Viðgerð av persónsupplýsingum í atburðarklagum
Í samband við loysnina av uppgávum sínum, viðgerð Politiklagumyndugleikin upplýsingar um einstakar persónar (persónsupplýsingar) Um loysnin av uppgávum okkara hevur haft við sær, at hetta er neyðugt, viðgera vit persónsupplýsingar tínar. Les um rættindi tíni v.m samanborið við grein 14 í dátuverndarfyriskipanini [1].
Endamál
Hin Óhefti Politiklagumyndugleikin (Politiklagumyndugleikin) tekur avgerð í klagumálum í mun til atburðin hjá starvsfólki hjá politinum.
Persónsupplýsingar verða viðgjørdir í KT-skipan okkara.
Rættargrundarlag
Vit viðgera upplýsingarnar við atliti á at varða um tær uppgávur, ið eru ásettar í kap. 93 b í rættargangslógini (viðgerð av klagum um starvsfólk hjá politinum).
Flokkar av upplýsingum
Vit viðgera bæði vanligar og viðkvæmar persónsupplýsingar. Talan kann til dømis verða um:
- Samleikaupplýsingar
- Setanarviðurskifti hjá tí klagaða, undir hesum starv og tænastustað, útbúgving, sjúkrafrávera, agastaðfesting
- Revisverd viðurskifti
- Upplýsingar um heilsustøðu
Innsavnan av upplýsingum
Persónsupplýsingarnir verða savnaðir inn frá klagarum og øðrum borgarum, ið venda sær til Politiklagumyndugleikan, umframt frá almennum myndugleikum, til dømis Ríkispolitinum, politidømum, aðalráðnum í Løgmálaráðnum, Ákærumyndugleikanum og heilsumyndugleikum. Harumframt heinta vit persónsupplýsingar frá almennum yvirlitum sum til dømis CPR og brotsmálsyvirlitinum.
Víðarisendan av upplýsingum
Vit senda javnan persónsupplýsingar víðari til Ríkispolitiið, ákærumyndugleikan, Løgmálaráðið og aðrar viðkomandi myndugleikar. Víðarisendanin fer fram, tá hetta er neyðugt fyri vanligu uppgávurøkjan okkara, undir hesum, um tað fylgir lóggávuni, at vit skulu geva upplýsingarnar víðari.
Vit senda eisini upplýsingar til privatar virkandi, til dømis sakførarar, og í einstøkum dømum útlendskar felagsskapir og myndugleikar.
Tíðarskeið fyri varðveiðslu av upplýsingum
Sum útgangsstøði goymir Politklagumyndugleikin persónsupplýsingar tínar í 10 ár eftir lokna málsviðgerð.
Rættindi tíni
Sambært dátuverndarreglugerðini hevur tú eina røð av rættindum í mun til viðgerð okkara av tínum persónsupplýsingum:
Tú hevur rætt til at fáa innlit í teir upplýsingar, vit viðgerða um teg, umframt eina røð av øðrum upplýsingum (innlitsrættur)
Tú hevur rætt til at órættir upplýsingar um teg verða rættaðir (rætturin til rætting)
Í serligum førum hevur tú rætt at upplýsingar um teg verða strikaðir, innan tíðin fyri okkara vanliga almenna striking kemur fyri (rætturin til striking)
Í summum førum hevur tú rætt at fáa viðgerðina av upplýsingum tínum avmarkaða, til dømis um tú meinar, at upplýsingarnir ikki eru rættir (rætturin til avmarkan av viðgerð)
Í summum førum hevur tú rætt at tala at ímóti okkara í aðrar mátar lógligu viðgerð av tínum persónsupplýsingum (rætturin til at tala ímóti) Les meir um rættindi tíni í grein 13-23 í dátuverndarfyriskipanini (2016/679) umframt í vegleiðing Dátueftirlitsins um rættindini hjá teimum skrásettur, ið tú finnur á www.datatilsynet.dk.
Klagumøguleikar
Dátueftirlitið er eftirlitsmyndugleiki fyri viðgerð av persónsupplýsingar. Tú kanst klaga til Dátueftirlitið um háttin, vit viðgera persónsupplýsingar tínar á. Tú finnur upplýsingar um samband við Dátueftirlitið á www.datatilsynet.dk.
[1]Evropa-Parlamentið og Ráðsins kunngerð (EU) av 27. apríl 2016 um vernd av fysiskum persónum í samband við viðgerð av persónsupplýsingar og um frælsa skifting av slíkum upplýsingum og um ógildan av fyriskipan 95/46/EF. Av grein 14, stk. 1 og 2, verður ávíst, at dátuábyrgdarin skal geva tí skrásetta eina røð av uppylsingum, tá persónsupplýsingarnir ikki verða savnaðir hjá tí skrásetta.
Kennifílsfráboðan
Henda heimasíða brúkar kennifílur. Vit brúka kennifílur fyri at tillaga innihald og lýsingar okkara, fyri at vísa tær gongdir til sosialar miðlar og fyri at greina ferðslu okkara. Vit deila eisini upplýsingar um nýtslu tínu av heimasíðu okkara við samstarvsfelagar okkara innan sosialu miðlarnar, lýsingarsamstarvsfelagar og greiningarfelagar. Felagar okkara kunnu sameina hetta uppýlsingartilfar við aðrar upplýsingar, tú hevur givið teimum, ella sum tey hava savnað inn frá tíni nýtslu av tænastum teirra.
Kennifílur eru lítlir tekstfílar, ið kunnu nýtast av netstøðum til at gera upplivingina hjá brúkaranum meir úrslitagóða.
Lógin staðfestur, at vit kunnu goyma kennifílur á eind tíni, um tær eru strangliga neyðugar í mun til at tryggja veitan av tí tænastu, tú staðiliga hevur biðið um at nýta. Fyri øll sløg av kennifílum skulu vit hava samtykki títt.
Hetta netstaðið nýtir ymisk sløg av kennifílum. Summar kennifílur verða ásettar av triðjapartatænastur, ið verða vístar á síðum okkara.
Tú kanst til einhvørja tíð broyta ella taka aftur samtykki títt frá kennifílsfráboðanini á heimasíðu okkara.
Fá meir at vita um, hvørji vit eru, hvussu tú kemur í samband við okkum, og hvussu vit viðgera persóndata í Privatlívspolitikki okkara.
Vinaliga gev upp samtykkis eyðmerkingarnummar og dato, tá tú setir teg í samband við okkum í mun til samtykki títt.