Um Politklagumyndugleikan

Politiklagumyndugleikin er óheftur myndugleiki, ið viðger atburðarklagur og eftirkannar revsimál viðvíkjandi politistarvsfólki og starvsfólki í ákærumyndugleikanum.

Politiklagumyndugleikin hevur førleika at viðgerða atburðarklagumál og kanna revsimál, ið hava við fylgjandi starvsbólkar at gera:

  • Politistarvsfólk
  • Ákærarar
  • Onnur starvsfólk hjá politinum og ákærumyndugleikanum, ið vara av uppgávum hjá politinum, ella uppgávum ið leggja seg upp at rættarhandhevjan ella revsisókn.
  • Verjustarvsfólki, tá starvsfólkið veitir politinum hjálp.

Politiklagumyndugleikin setir harumframt í verk kanning, tá ein persónur hevur latið lív ella hevur fingið álvarsom mein sum avleiðing av, at politiið legði uppí, ella meðan viðkomandi var í varðveiðslu hjá politinum.

Politklagumyndugleikin er óheftur av bæði politii og ákærumyndugleika. Vit stremba eftir at tryggja eina rættvísa málsviðgerð fyri øll uppíblandaði og arbeiða hvørki í tænastu borgarans ella politinum, men í sannleikans tænastu. Hetta merkir, at hvørki borgari ella politi verður sett hægri enn hin parturin í kanningini av, ella avgerðini í einum máli.

Bygnaður

Bygnaðarstrikumynd

Politiklagumyndugleikin er undir leiðslu av Poliklaguráðnum og einum stjóra, Charlottu Storgaard. 

Politiklaguráðið er myndugleikans ovasta leiðsla, og dagliga leiðslan verður røkt av stjóranum. 

Onnur starvsfólk í Politiklagumynduleikanum fata um umleið 40 starvsfólk, undir hesum løgfrøðingar, kanningarfólk, skrivstovustarvsfólk, studentahjálparar v.fl. Politiklagumyndugleikin og Próvmiðlaeftirlitið (Bevismiddeltilsynet) halda til í sama húsi. Hesir báðir myndugleikar hava hvør teirra fak- og starvsøki og hava somu leiðslu.  

Leiðsla

Limir í Politiklagumyndugleikanum

  • Thomas Tordal-Mortensen, ráðsformaður, landsdómari
  • Asger Bagge-Jørgensen, sakførari 
  • Pernille Christensen, deildarstjóri, Kommunernes Landsforening 
  • Birgit Feldtmann, professari, Aalborg Universitet 
  • Ejnar Bo Pedersen, avgreiðslustovustjóri, Ungdómsskúlafelagið 
  • Tom Engly, samtakstrygdarstjóri, Tryg Forsikring A/S 

Stjóri – Charlotte Storgaard 

Løgfrøðisstjóri – Claes Vestergaard

Kanningarstjór – Niels Raasted 

Skrivstovuleiðari– Allan Knudsen 

Leiðari av umsitingaravgreiðslustovuni – Gitte Holmgaard Gravesen 

Lógarfesti

Viðtøkurnar um politiklaguskipanina er sett við lóg nr. 404 frá 21. apríl 2010, ið  settar vórðu í verk hin 1. januar 2012 og lóg nr. 1172 frá 8. juni 2021, ið settar vórðu í verk hin 1. juli 2021 og hin 1. januar 2022.  

Rættargangslótarinnar viðtøkur um mál Politiklagumyndugleikans

Les álit nr. 1507 um viðgerð av klagum um politiið

Kunngerð um tænastuskipan fyri Politiklaguráðið

Altjóða samstarv

Politiklagumyndugleikin samstarvar við eini røð av útlendskum myndugleikum, ið eins Politiklagumyndugleikin vara av uppgávuni at viðgerða klagur og fráboðanir um starvsfólki í politinum og ákærumyndugleikanum. 

Útlendskir myndugleikar v.m. – eisini uttan fyri Evropu – vísa javan áhuga fyri donsku politklaguskipanini, og Politiklagumyndugleikin luttekur í hesum sambandi javnan í ráðstevnum ella hevur framløgur við tí fyri eyga, at varpa ljós á donsku politiklaguskipanina. 

Politiklagumyndugleikin er við í ymiskum altjóða kervum, til dømis:  

  • European Partners Against Corruption (EPAC/EACN) 
    Politiklagumyndugleikin varð í 2012 innlimaður sum limur í EPAC, ið er evropeiskt samstarv millum fleiri enn 60 myndugleikar, ið eru ímóti mutri og politiklagumyndugleikar frá m.a ES-limalondunum. Samstarvið er óbundið og hevur til endamáls at skifta royndir og eyðmerkja møguleikar, umframt at menna felags virkisskráir og yrkislig aðalkrøv fyri at berja niður mutur.  
  • Independent Police Complaints Authorities (IPCAN) 
    Politiklagumyndugleikin luttekur í kervinum IPCAN, har fleiri politklaguyrkisgøgn hittast hjá franska umboðráðharrastovninum í París – Le Défenseur des Droits. Endamálið er hervið at styrkja samstarvið millum fyrst og fremst tey evropeisku politklaguyrkisgøgnini, umframt at skifta um royndir og breiða út “best practices” á økinum.  
  • Norðurlendskt samstarv 
    Politiklagumyndugleikin er við í kervi av samsvarandi myndugleikum frá Noregi, Svøríki, Íslandi og Finlandi. Netverkið skal styrkja samstarvið millum norðurlendsku politiklaguskipanirnar við m.ø royndarskiftanum.