Er klagað um teg?
Politiklagumyndugleikin er óheftur myndugleiki, ið viðger atburðarklagur og eftirkannar revsimál viðvíkjandi politistarvsfólki og starvsfólki í ákærumyndugleikanum. Les meir um Politiklagumyndugleikans førleikar her.
Niðanfyri kanst tú lesa um, hvussu gongdin er, um atburðarklaga er latin inn um teg, ella um tú verður meldað/ur fyri revsivert viðurskifti. Tú kanst eisini lesa um hvørji rættindi tíni eru.
Atburðarklagumál
Másstig fyri atburðarklagur | Lýsing |
---|---|
Politiklagumyndugleikin tekur ímóti klaguni | Tá vit taka ímóti klagu, verður hon snarkannað av Politiklagumyndugleikanum. Politiklagumyndugleikin heitir síðan á polittið ella ákærumyndugleikan um at senda málsskjølini og um at kunnað teg um, at tú er klagað/ur. |
Politiklagumyndugleikin kannar málið | Í samband við at Politiklagumyndugleikin kannar málið, savna vit ymiskt viðkomandi tilfar. Hetta er til dømis upplýsing frá klagum, vitnum, yvirvøku og ljóðfílum. Sum part av kanningin verður tú biðin um at lata inn skrivliga framsøgn, ella møguliga verður tú kallað/ur inn til samrøðu. Avhoyringin verður framd av starvsfólki í Politiklagumyndugleikanum, og kann møguliga gerast umvegis telefon ella umvegis sjónbandaleinki. Tær verður sent avrit av klaguni og annað møguligt fylgiskjalstilfar, áðrenn tú verður biðin um at bera fram hugsan tína. |
Tín rættarstøða í einum atburðarklagumáli | Politiklagumyndugleikin Politiklagumyndugleikin vegleiður teg um rættarstøðu tína, áðrenn tú ber fram hugsan tína ella møgulig avhoyring fer fram. Er klagað um teg, hevur tú rætt til hjásitara. Tú kanst eisini søkja ráðgeving hjá álitisumboði tínum. Tú kanst fáa tilnevnt ókeypis sakførara, tá serligar orsøkir tala fyri hesum. Tað er rætturin, ið tekur hesa avgerð. Tú kanst lesa meira um hetta í partinum niðanfyri. Tú hevur ikki skyldu at siga tína hugsan um klaguna við Politiklagumyndugleikan, um tað er hugsandi at hetta kann koma teg út fyri revsiábyrgd ella agaábyrgd. Tú mást sjálv/ur meta um hetta, ella tú kann tosa nærri um henda spurning við hjásitara tín ella álitisumboðið, ella møguliga við tín sakførara. Harumframt hevur tú tænastuliga skyldu at bera fram upplýsingar um verulig viðurskifti av tænastuslagi, til dømis um tú hevur luttikið í ítøkiligu polititænastuni. Les meira um hetta í frágreiðingini um ”polititjenestemænds retsstilling i forbindelse med tjenstlige undersøgelser m.v.”, ið eitt úrval undir Justitsministeriets Centrale Samarbejdsudvalg for Politiet gav út hin 2. februar 1995. |
Tilnevnan av sakførara í atburðarklagumálum | Tá serligar orsøkir tala fyri tí, kann rætturin eftir áheitan frá tær tilnevna ein sakførara fyri teg. Politiklagumyndugleikin vegleiður teg um atgongd til tilnevndan sakførara Hevur tú fingið tilnevnt sakførara, fær sakførarin leypandi sent makaskjal av málstilfarinum. Sakførarin hevur eisini somuleiðis atgongd at vera hjástaddur undir øllum avhoyringunum av tær. |
Málsviðgerðartíð | Politiklagumyndugleikin viðgerð eina klagu skjótast til ber. Tað er ymiskt, hvussu long málsviðgerðartíðin er fyri atburðarklagumál, tá hetta er tengt at málsslagnum. Um avgerð ikki er tikin í málinum innan 6 mánaðar eftir klagan er móttikin, verða tú og klagari kunnaði um, nær vit vænta at avgerð verður tikin. |
Politiklagumyndugleikin tekur avgerð | Tá kanningin er lokin, og møgulig partahoyring hevur verið, tekur Politiklagumyndugleikin avgerð í málinum. Avgerðin er endalig og kan ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika. Tú kann lesa um reaktiónsrmøguleikar í atburðarklagum her. |
Uppritsmálsviðgerð | Í ávísum førum kann ein atburðarklaga viðgerðast eftir serligari mannagongd – sokallað uppritsmálsviðgerð, har samrøða verður hildin millum ein, ið klagar, og ein leiðara í politinum ella ákærumyndugleikanum. Uppritsmálsviðgerð kann bert fremjast, um klagarin samtykkir. Samrøðan skal gjøgnumførast skjótast gjørligt, eftir klagan er móttikin. Um tað sum liður í uppritsviðgerðini verða heintaðar inn viðmerkingar frá tær, kann eftirfylgjandi ikki áleggjast tær agaábyrgd fyri tað ella tey viðurskifti, ið eru partur av uppritsmálsviðgerðini. Upprit skal evnast til um samrøðuna við viðkomandi, ið klagar. Av uppritinum skal vera sjónligt, at klagarin er vegleiddur um týdningin av uppritsmálsviðgerðini, og um viðkomandi, ið klagar, ynskir málið avgjørt av Politiklagumyndugleikanum. Avrit av uppritinum verður sent til Politiklagumyndugleikan, sum síðan metir um, um myndugleikin kann taka undir við, at klagan er endað við uppritsmálsviðgerðini. |
Møgulig agagongd | Avgerðin hjá Politiklagumyndugleikanum kan vera grundarlag fyri møguligari agagongd. Tað er setanarmyndugleikin, ið tekur avgerð um møguligar agafylgjur av atfinningarsomun atburði. |
Revsimál
Másstig revsimál | Lýsing |
---|---|
Politiklagumyndugleikin tekur ímóti fráboðanini | Tá vit taka ímóti eini fráboðan um revsiverd viðurskifti, verður hon farin ígjøgnum í eini snarkanning hjá Politiklagumyndugleikanum. |
Politiklagumyndugleikin kannar málið. | Kanningin hjá Politiklagumyndugleikin kann hava fleiri stig, undir hesum til dømis avhoyring av tær, vitnum og viðkomandi, ið meldar. Í summum førum kann til dømis verða neyðugt at gera brotstøkniligar kanningar ella at leggja málið fyri Rættarlæknaráðnum ella øðrum myndugleikum. |
Tillutan av verja | Í revsimálum kanst tú fáa tilnevnt verja, um hetta fylgir ásetingunum í rættargangslógini kapittul 78, ella serligar orsøkir tala fyri hesum. Hetta er eisini galdandi, hóast tú ikki er ákærdur. Umbøn kann setast fram av tær ella av Politiklagumyndugleikanum. Tað er rætturin, ið avgerð, um verji skal tilnevnast. Verjin hevur vanligu heimildirnar, sum tær eru ásettar í rættargangslógini. |
Skjalainnlit | Um tú hevur fingið tillutað verja, meðan málið fer fram, hevur verjin sum útgangsstøði rætt til at kunnað seg um tilfarið, Politiklagumyndugleikin hevur útvegað. Verjin má ikki útflýggja tilfarið til tín ella onnur uttan samtykki frá Politiklagumyndugleikanum. Um tú ikki hevur verja, meðan málið verður viðgjørt, hevur tú sjálv/ur sum útgangsstøði eftir umbøn um skjalainnlit atgongd til at gera teg kunnaðan við tilfarið. Hetta er gjørligt, um Politiklagumyndugleikin hyggur tilfarið ígjógnum. |
Málsviðgerðartíðin | Málsviðgerðartíðin í revsimálum kann skifta treytað av m.ø slagi av máli. Hetta er m.a treytað av kanningum í málinum, undir hesum t.d avhoyringar, tøkniligar kanningar, innheintan av fráboðanum frá øðrum myndugleikum við meira. Er avgerð ikki tikin í málinum innan 1 ár síðan móttøku av fráboðanini, verður tú kunnað/ur um, hjá hvørjum málið liggur á, og nær væntað verður, at avgerð verður tikin. Kunningin verður antin givin av Politiklagumyndugleikanum ella av statsadvokatinum, tengt at, hvør av hesum myndugleikum hevur málið til viðgerðar. |
Politiklagumyndugleikin kann vísa fráboðan aftur | Politiklagumyndugleikin kann vísa fráboðan aftur, um orsøk ikki finnist til at seta í verk kanning. Avgerð um at vísa aftur fráboðan kann klagast til statsadvokatin. |
Avgerð í tiltaluspurninginum | Tá kanningin er av, skrivar Politiklagumyndugleikin eina frágreiðing um kanningina. Frágreiðingin og málsskjølini verða send statsadvokatinum til avgerðar um ákæruspurningin. Frágreiðingin skal innihalda eina gjøgnumgongd av kanningini og upplýsingar um veruligar umstøður av týdningi fyri málið. Frágreiðingin kann harumframt innihalda eina metan av teim vitnisprógvum og tí tilfari, ið er komið undan kavi undir kanningararbeiðinum. Avgerðin hjá statsadvokatinum kann ganga út uppá, at kanningararbeiði í málinum verður steðga, at tiltala verður reist í málinum, uppgivin átala í málinum, ella at málið verður avgjørt við einum tiltalufráfalli. Hin órættaði í revsimálinum kann klaga avgerð statsadvokatins til Ríkissadvokatin. Á sama hátt kann Politiklagumyndugleikin klagað avgerðina hjá statsadvokatinum. Politidømið og Ríkispolitiið verður kunnað um avgerðina. Fyri starvsfólk í ákærumyndugleikanum verða Ríkissadvokaturin og danska løgmálaráðið kunnaði um avgerðina. Um ákæra ikki verður reist í málinum, ella um málið endar við frídøming, kann Politiklagumyndugleikin viðgera málið seinni sum atburðarklagumál. |