Um Politiklagumyndugleikan

Politiklagumyndugleikin er óheftur myndugleiki, ið viðger atburðarklagur og eftirkannar revsimál viðvíkjandi politistarvsfólki og starvsfólki í ákærumyndugleikanum.

Jakke med logo og bil i baggrunden

Málsgongdir

Tú kanst klaga um atburðin hjá politinum ella starvsfólki í ákærumyndugleikanum til Politiklagumyndugleikan.

Tú kanst eisini bera fram fráboðan til Politiklagumyndugleikan, um tú heldur, politiið ella starvsfólk í ákærumyndugleikanum eru farin um lógarmark, og harvið hava framt revsivert viðurskifti.

Gongdin í einum máli er tengd at um talan er um eina fráboðan um revsivert viðurskifti, ella klagað er um atburðin hjá viðkomandi starvsfólki.