Hugsjón okkara 

Politiklagumyndugleikin er óheftur av bæði politii og ákærumyndugleika. Politiklagumyndugleikin viðgerð atburðarklagur og kannar revsimál viðvíkjandi starvsfólki hjá politinum og onnur starvsfólk hjá politinum og ákærumyndugleikanum, ið vara av politiuppgávum ella uppgávum, ið leggja seg at rættarhandhevjan ellar revsisøkn. Politiklagumyndugleikin viðgerð harumframt atburðarklagur og kannar revismál viðvíkjandi verjustarvsfólki, tá starvsfólk hjálpa politinum.

Hugssjón Politiklagumyndugleikans er gjøgnum uppgávurøkt og sum óheftur myndugleiki:

  • At viðvirka til at tryggja rættartrygdina fyri øll tey, ið eru uppi í politimálunum.
  • At skapa mest møguligt álit bæði hjá almenninginum og politinum, soleiðis  at mál viðvíkjandi starvsfólki hjá politinum verða viðgjørd rætt, objektivt og rættartrygdarliga ráðiliga.
  • At tryggja eina rætta og skjóta fremjan av málsviðgerðunum, undir hesum at taka avgerðir á einum objektivum grundarlagi, ið endurspeglar óheftni myndugleikans.
  • At røkja uppgávur sínar við hægstu góðsku, tænastu og á munabesta hátt.
  • At tryggja eitt høgt støði av borgaraatkomuligheit og kunningarmiðlan og har ígjógnum viðvirka til at geva íbúgvunum innlit í viðgerðina av politiklagumálum.
  • At seta á stovn og byggja út eitt sterkt altjóða samstarv við samsvarandi myndugleikar í øðrum evropeiskum londum.

Virði okkara

Virksemið Politiklagumynduleikans verður framt við atliti at, at myndugleikin er óheftur av politii eins av ákæruvaldi.

Politiklagumyndugleikans starv er merkt av objektiviteti, ópartískni og góðsku.

Politiklagumyndugleikin er opin, atkomuligur og fyrikomandi fyri umheiminum, og er javnt og samt tilvitaður um leiklut sín í rættarsamfelagnum.

Politiklagumyndugleikin strembar eftir eini skjótari málsviðgerð, ið tekur hædd fyri álvarsomu eyðkennunum í málunum og fyri fyriltinum fyri rættartrygdini hjá hinum einstaka, undir hesum, at mannarættindini og aðrar viðurkendar grundleggjandi rættaraðalreglur verða hildnar, undir hesum teir fyrisetingarrætsligu grundsetningarnir.

Starvsfólk Politiklagumyndugleikans eru vinarlig, áhugaði og dugnalig.

Harumframt leggur Politiklagumyndugleikin dent á at tryggja trivnaðin hjá starvsfólkunum við einum góðum, fakliga starvsfelagsinnaðum umhvørvi, góðum og smidligum arbeiðstreytum, og góðum møguleikum fyri persónligari menning. Starvsfólkini eru dugnalig, fakliga smidlig, sjálvstøðug og eldhugað. Dentur verður lagdur á fjølbroytni, bæði gjøgnum skiftandi arbeiðsuppgávur og við eftirútbúgving.

Politiklagumyndugleikin skal vera eitt nútíðar og væl virkandi arbeiðspláass, eins og við atliti til tøkni, hølisviðurskiftum, arbeiðsumhvørvi og innanhýsis tænastu. Dentur verður lagdur á gott innanhýsis samskifti, á greiðleika um uppgávuútlutanina og upp á samstarvið tvørtur um skrivstovur og fakbólkar.