Starv í Politiklagumyndugleikanum 

Í Politiklagumyndugleikanum seta vit dugnalig og hugaði starvsfólk í starv, sum vilja verða við til at loysa eina týdningarmikla samfelagsuppgávu, ið stuðlar upp undir álitið á rættarsamfelagið í Danmark. 

Vit seta í starv starvsfólk, ið hava høgan fakligan dugnaskap og persónligt heiðurssemi, ið hava fastar, viðkomandi royndir í viðførinum, og sum eru smidlig, sjálvstøðug og eldhugað. Vit leggja dent á, at starvfólkini avspegla okkara grundleggjandi virði um óheftni, uttanveltni, ópartískni og góðsku.  

Í Politiklagumyndugleikanum eru vit umleið 40 starvsfólk, undir hesum kanningarfólk, fyrisitingarfólk, starvsnæmingar, sakførarar og aðrir akademikarar (hitt nakrar av hesum longri niðri á síðuni). Vit hava eitt óformligt umhvørvi, ið er merkt av høgari fakligheit, hugbinding og samstarvi tvørtur um.  

Sum nýtt starvsfólk verður tú partur av inngangsskrá, sum stuðlar upp undir upplæringini í tínum nýggju starvsuppgávum, og at tú fellir væl til í húsinum. Vit leggja stóran dent á, at nýggj starvsfólk kenna seg vælkomin, og at tey fáa eina góða byrjan í Politiklagumyndugleikanum. Trivnaðurin hjá tí einstaka starvsfólkinum hevur týdning fyri okkum, og vit vekta eitt gott fakligt umhvørvi við góðum og smidligum arbeiðskorum og møguleikum fyri persónligari menning høgt. 

Vit halda til í sama húsi sum Próvmiðlaeftirlitið (Bevismiddeltilsynet.), og tískil gerst tú samstarvsfelagi við ídnum og dugnaligum starvsfólki í Próvmiðlaeftirlitinum. Vit hava hvør okkara fak- og starvsøki, men eru sum óheftir myndugleikar felags um eina røð av grundleggjandi virðum og sosiala samanhaldið tvørtur um myndugleikarnar er høgt í metum. 

Politiklagumyndugleikin hevur ein setning um at útvega starvsfólk, har fevnt verður víða, og áhugaðir umsøkjarar til størv okkara, her undir umsøkjarar uttan bakstøði ella útbúgving í politinum verða eggjaði til at søkja. Politiklagumyndugleikin eggjar øllum, óansæð aldur, kyn, slag, átrúnað ella tjóðfrøði at søkja størv í politiklagumyndugleikanum.

Hitt nøkur av starvsfólkunum í Politiklagumyndugleikanum 

Annetta – Móttøkufólk 

Hvat er starv títt hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Mítt heiti er yvirhjálparfólk, og eg siti í móttøkuni hjá Politiklagumyndugleikanum og Próvmiðlaeftirlitinum – so aloftast eri eg tann, ið hevur fyrsta møtið við borgaran og málini. Eg havi starvast her síðan 2016 og havi áðrenn, eg kom higar, starvast í móttøkum nógv ymisk støð í privata vinnulívinum.

Hvat er hitt besta við at starvast í Politiklagumyndugleikanum? 

Har eru nógvar avbóðingar í mínum gerandisdegi, tí viðhvørt skulu nógvar kenslur rúmast, tá eg tosi við fólk, ið vilja klaga. Men við mínum royndum, gerast hetta nakrar spennandi avbjóðingar at loysa. Tá eg megni at ráðgeva og ávísa borgarunum rætt, hevur tað verið ein sera góður dagur. 

Eg havi eina stóra flátu av sambondum, og tosi nógv við øll í samband við mál, ið skulu handast víðari – og vit hava tað tíbetur sera gott saman her. Vit eru røsk at stuðla hvørjum øðrum og uppgávurnar hjá hvørjum øðrum. Øll hjálpa hvørjum øðrum.

Henrik – Stjórnarlimarrannsóknarfólk

Hvat er starv títt hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Eg eri stjórnarlimarkanningarfólk, og havi áður m.a. arbeitt hjá deildini hjá politinum í Eysturjútlandi fyri rúsevni og skipaði brotsverk í 10 ár. Eg hevði hoyrt um Politiklagumyndugleikan í mínum vinarskara – og tískil varð eg forvitin um staðið sum starvspláss. Tað vakti eisini mín áhuga, at tað er ein sera týdningarmikil samfelagsuppgáva, ið verður framd hvønn dag – álit á løgregluna, havi eg altíð mett verandi týdningarmikið. 

Hvat er hitt besta við at starvast hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Eg njóti tær stóru fakligu avbjóðingarnar, ið lenda á mínum borði hvønn dag. Serliga er tað sambandið við borgarnar, ið hevur týdning fyri meg. Alt snýr seg um menniskju, óansæð um tað er borgari ella politifólk, ein situr yvir av. Týdningarmesta uppgávan hjá mær er at fáa fólk at kenna seg trygg og fáa allar smálutir við.

Og so er tað eitt gott starvspláss, tí vit hava tað gott sosialt. Óansæð um tað er í eins egna fakbólki ella tvørtur um. Tað er ein stórur fyrimunur við starvinum, at ein kennist væl – eisini sosialt. Tað er aldri langur teinur til løgfrøðingin ella onnur, ein samstarvar við.  

Signe – Serráðgevi

Hvat er starv títt hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Eg eri serráðgevi og kom til Politiklagumyndugleikan í 2017, eftir eg hevði verið ákæri í Ákærumyndugleikanum í 5 ár. Í gerandisdegnum fáist eg lutvíst við málsviðgerð av okkara mongu málum – og lutvíst eri eg yvirfrásøguskrivari, tað vil siga, fakligur vegleiðari fyri teim ungu turnusfulltrúunum, ið starvast á staðnum.  

Sum yvirfrásøguskrivari er mín uppgáva at góðskutryggja arbeiði hjá turnusfulltrúunum og sparra fakliga við tey um málini. Eg virðismeti hendan partin av starvi mínum, og tað hevur haft týdning fyri meg, at eg havi kunna ment meg, m.a. í hesum leikluti gjøgnum árini. Eg eri við til at skapa og vegleiða tey – og tað læri eg eisini sera nógv av sjálv. Eg kenni, hetta ger meg til ein hvassari løgfrøðing. 

Hvat er hitt besta við at starvast hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Sjóneykan verður í stóran mun sett á góðskuna í starvi okkara. Vit duga væl at starvast tvørtur um fakbólkarnar, og hetta ger, at ein í gerð kann nýta løgfrøðina uttan beinleiðis at vera úti á vígvøllinum. Vit duga væl at gera hvønn annan betri og gagnýta tað, vit hvør sær duga.  

Har er ikki long frástøða frá hugsan til gerð í gerandisdegi okkara. Um vit meta, at eitthvørt kann gerast betri á ein annan hátt, kunnu vit broyta hetta. Mær dámar væl, at eg kann hugsa út úr kassanum her.

Anna – Starvsnæmingur

Hvat er starv títt hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Eg lesi løgfrøði á 10. námshálvu, og eg byrjaði her í Politiklagumyndugleikaum sum starvsnæmingur. Tíbetur vóru báðir partar ikki reiðuliga lidnir við hvønn annan, so eftir lokna starvsnæmingatíð varð eg sett sum lesandi við síðuna av lesnaðinum.  

Tað gevur mær nógv at hava starv við síðuna av lesnaðinum, og eg fái loyvi til at gera nakað, ið ikki bert er viðkomandi fyri meg – men sum eisini er týdningarmikið fyri eina langa røð av øðrum menniksjum. Tað eggjar meg at fara til arbeiðis og geva mítt besta. 

Hvat er hitt besta við at starvast hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Fakliga kann ein siga, at starv mítt hjá Politiklagumyndugleikanum er ein lítil útbúgving í objektiviteti. Hetta er ein heimur, har objektiviteturin skal ráða, og hetta skal ein venja. Eg havi ikki tikið innlivingina úr mær sjálvari – men eg eri vorðin hvassari til at meta um objektivt. Tað er nakað, eg kann gagnnýta, óansæð hvar eg endi í framtíðini.  

Sum starvsnæmingur eri eg ein náttúrligur partur av toyminum, júst sum hini. Mínir starvsfelagar eru ikki bangnir fyri at geva mær ábyrgd. Vit hava tað sera gott saman, og øll hava álit á, at vit starvsnæmingar eru førir fyri at geva nakað til starvsplássið. 

Charlotte – Stjóri

Hvat er starv títt hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Síðan 2018 havi eg verið stjóri í Politiklagumyndugleikanum, og síðan 2022 havi eg eisini verið stjóri fyri Próvmálseftirlitið. Áðrenn var eg skrivstovustjóri fyri eina røð av løgfrøðingunum í Politiklagumyndugleikanum. Sjálv eri eg útbúgvin løgfrøðingur, og havi áður m.a starvast í Løgmálaráðnum og sum sakførari í privata vinnulívinum. 

Týdningarmikla uppgávan, hon, ið er at stuðla upp undir álitið til rættarsamfelagið, “togaði” meg aftur til ríkisliga økið. Tað er nakað heilt serstakt at fáa loyvi at gera tað, vit gera – sum einasta staðið Danmark.

Hvat er hitt besta við at starvast hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Vit liva av okkara fakligheit her i skipanini – hetta er neyðturviligt fyri at verða mentur at lyfta eina so tunga uppgávu. Tí er tvørfakligheitin týdningarmikil, og sera serstøk fyri hetta staðið. Óansæð leiklut og útbúgving skulu vit øll ganga somu leið og arbeiða fyri sama endamáli, eins vit støðugt skulu menna okkum. Tað er mín týdningarmesta uppgáva at bera so í bandi, at hetta hendir, og eg eri errin av at uppliva samarbeiðarar, ið veruliga vilja tað.  

Sterka tvørfakligheitin og virðingin fyri arbeiðinum hjá hvørjum øðrum hevur eisini við sær, at starvsfelagssinnið er gott – og eg eri sera glað fyri góða arbeiðsumhvørvið, vit hava skapað saman.  

Anne – Ráðgevi í starvsliðnum

Hvat er starv títt hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Við eini útbúgving í politikki og umsiting í viðførinum og royndir við leiðslutænsastu og ráðgeving í universitetsgeiranum, varð eg sett sum serráðgevi í Politiklagumyndugleikanum í desembur 2021. Starvsfelagar mínir plaga at kallað meg generalist, hvørt hóskar væl við, at eg í gerandisdegi mínum hugsavni meg um alt tað í skipanini, ið liggur kring veruligu málini.

Hvat er hitt besta við at starvast hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Um tað er leiðslutænasta av Politklaguráðnum, verkætlanarleiðsa av ársfrágreiðingini, svar av fólkatingsspurningar ella áheitan frá tíðindafólki, eri eg glað og errin um at geva til týdningarmiklu samfelagsuppgávuna tað er at skapa álit á politiið sum myndugleika. 

Eitt av tí, eg seti stóran prís uppá í starvi mínum er at í Politiklagumyndugleikanum er fjarstøðan frá hugsan til gerð stutt. Eg haldi, tað er feitt at fáa okkurt at henda og vera við har avgerðirnar verða tiknar.

Casper – Stjórnarrannsakari

Hvat er starv títt hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Eg eri stjórnareftirkannari og byrjaði í Politiklagumyndugleikanum í 2019 eftir at hava starvast við tyngri kanningararbeiði hjá politinum í Eysturjútlandi í 10 ár. Eg gjørdist forvitin í mun til tey dugnaligu fólkini, ið arbeiddu her, og vildi fegin bjóðast av fakliga.  

Hvat er hitt besta við at starvast hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Summar av teim støðum, har eg veruliga kenni, vit gera mun sum myndugleiki, er í mun til okkara sokallaðu útkallsmálum. Um ein borgari til dømis doyr, meðan viðkomandi er í varðveiðsluni hjá politinum. Her fara vit veruliga eyka gjølliga til verka. Alt verður kannað á hægsta støði við landsins bestu fólkum. Mær dámar hesa – neyðturviligu – gjølligheit og objektivitet.  

Vit hava tað sera gott saman felagsliga – bæði tvørtur um og millum eftirkannararnar. Vit eru dugnalig at hyggja hvønn annan i eyguni, eisini uttan fyri arbeiðsuppgávurnar. Øll hava tað í felag, at tey eru sera dugnalig, nærløgd og arbeiðsom menniskju. Av somu orsøk verður útbúgving og eftirútbúgving raðfest sera høgt.

Jytte – HR-Starvsfólk

Hvat er starv títt hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Eg eri útbúgvin sakføraraskrivari og havi starvast á sakføraraskrivstovu í 25 ár, áðrenn eg kom til Politiklagumyndugleikan. Eg havi verið við frá byrjan í 2012, har leiklutur mín var skrivstovufólk og málsviðgerði. Nú eri eg skrivstovufulltrúi við uppgávum innan millum annað fólkfeingi (HR) og búskap.  

Ofta er tað eg, ið havi fyrsta sambandið við starvsfólkini, tá tey eru sett í starv hjá okkum, tá eg eri hon, ið ger innleiðsluskránna til teirra og syrgi fyri, at tey fáa eina góða byrjan. Og tað er serliga har, hugur mín er. Tað er týdningarmikið fyri meg, at fólk fáa eina góða byrjan hjá okkum.

Hvat er hitt besta við at starvast hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Her er rúm og umsorgan fyri hvørjum øðrum – eisini millum arbeiðsfelagsbólkarnar. Gjøgnum árini eru vit vaksin til meir enn dupulta stødd, síðan eg byrjaði her. Tí er tað týdnginarmikið at halda uppi góða sosiala samanhaldið, ið altíð hevur verið her. Hetta gera vit við millum annað at halda eina røð av sosialum tiltøkum. Vit duga væl at skipað hesi tiltøk, so tey verða hildin – men har er eisini nógv, ið verður drivið av huginum hjá starvsfólkunum til at gera nakað saman við hvørjum øðrum. Tí hann er har.

Tøk størv

Í útveganargongdini nýta vit elektroniska útveganarskipan. Her kanst tú søkja eitt starv hjá okkum gjøgnum eina einfalda skrásetan. Upplýsingar tínir og lívsrensl títt verður goymt í dátugrunni okkara, sum vit nýta, tá vit skulu útvega nýggj starvsfólk. Trýst á starvið, tú ynskir at søkja. Vit gleða okkum til at taka ímóti umsókn tíni.

Melda til ein JobAgent 

Ynskir tú av verða kunnað/ur, tá nýggjir starvsmøguleikar eru tøkir hjá Politiklagumyndugleikanum? 

Skráset teg her

Umsøkjarainnritan 

Hevur tú áður søkt starv í einum ríkisstovnu gjøgnum Statens eRekrutterin, kanst tú rita inn her og dagføra upplýsingar tínar.  

Rita inn