Ynskir tú at klaga/fráboða?
Tú kanst bera fram klagu um atburðin hjá politinum ella starvsfólki í ákærumyndugleikanum til Politiklagumyndugleikan. Les meir um førleikarnar hjá Politiklagumyndugleikanum her.
Tú kanst eisini bera fram fráboðan til Politiklagumyndugleikan, um tú heldur, at politiið ella starvsfólk í ákærumyndugleikanum eru farin um lógarmark, og harvið hava framt revsivert viðurskifti.
Tú finnur klagu-/fráboðanaroyðublaðið her:
Tað er ókeypis at lata inn klagu ella fráboðan.
Hent at vita – Atburðarklagur
Tú kann lata inn klagu um atburðin hjá politinum ella starvsfólki í ákærumyndugleikanum til Politiklagumyndugleikan.
Hetta kann til dømis vera um tú metir at politiið:
- hevur málborið seg óhøviskt
- hevur verið ov harðligt í samband við handtøku
- ella á annan hátt hevur borið seg skeivt at
Klagan kann snúgva seg um eina støðu, tú sjálv/ur hevur verði íblandað/ur. Talan kann eisini verða um støðu, tú hevur verið áskoðari til, ella tú kanst klaga vegna ein annan.
Ver varug/ur við, at tú skal klaga innan 6 mánaðir eru lidnir síðan støðuna, tú ynskir at klaga um. Eru meir enn 6 mánaðir farnir, er tað hendingaferð møguleiki fyri, at Politiklagumyndugleikin kann viðgera klaguna
Politklagumyndugleikin viðger sum útgangsstøði ikki ræðisklagur. Hesar verða viðgjørdar av einstøku politiøkisráðunum. Ein ræðisklaga er til dømis klaga um avgerðina hjá politinum um at tú skal handtakast, leggjast í handjørn, at bústaður tín skal eftirkannastst, ella at hald skal leggjast á summar av ognum tínum.
Hent at vita – Revsimál
Politiklagumyndugleikin eftirkannar fráboðanir um revsiverd viðurskifti framd av starvsfólki hjá politinum ella ákærumyndugleikanum í tænastu. Tú kanst harvið lata inn fráboðan um revsiverd viðurskifti til Politiklagumyndugleikan, um tú metir, at starvsfólk hjá politinum hevur brotið lógina. Hetta kann til dømis verða um tú heldur, at starvsfólkið hevur:
- Brotið tagnaðarskyldu sína
- Framt harðskap
- Framt starvsmisnýtslu, til dømis við heimildarleyst at leita upp í evnisyvirlitum
Tá politiklagumynduleikgin er liðugur at eftirkannað málið, verður málið sent statsadvokatinum, ið avgerð, um ákæra skal reisast.
Spurningar
Hevur tú spurningar, er tú vælkomin at ringja til okkum á tlf. nr. +45 41 78 35 00.