Løgregluklagumyndugleikans virki verður útint við atliti til at myndugleikin er óheftur av bæði løgreglu og ákærumyndugleika.

Løgreglumyndugleikans arbeiði er merkt av partloysi, sakleika og góðsku.

Løgregluklagumyndugleikin er opin, atkomuligur og fyrikomandi fyri umheiminum og er støðugt tilvitað um leiklut sín í rættarsamfelagnum.

Løgreglumynduleikin leggur seg eftir at fremja eina skjóta sakarviðgerð, ið tekur hædd fyri álvarseminum í málunum og atlit til rættartrygdina hjá tí einstaka, herímillum at bera so í bandi, at mannarættindi og onnur viðurkend, grunleggjandi rættarmeginreglur verða hildin, herímillum tær fyrisitingarrættarligu meginreglurnar.

Løgreglumynduleikans starvsfelagar eru vinarligir, lurtandi og málførir.

Løgreglumynduleikin leggur harumframt dent á at tryggja trivnaðin hjá starvsfólkinum gjøgnum eitt gott fakligt umhvørvi millum starvsfelagarnar, góðar og smidligar arbeiðistreytir og góðar møguleikar fyri persónligari menning.

Starvsfólkini eru fakliga førlig, fleksibul, sjálvstøðug og engasjeraði. Dentur verður lagdur á fjølbroytni bæði gjøgnum skiftandi arbeiðsuppgávur og í mun til eftirútbúgving. Løgreglumyndugleikin skal vera eitt nýmótans og vælvirkandi starvspláss, eisini í mun til tøkni, hølisviðurskifti, arbeiðsumhvørvi og innanhýsis tænastu. Dentur verður lagdur á gott innanhýsis samskifti, á greiðar uppgávubýti og á samstarv tvørtur um skrivstovur og fakbólkar.