Leiðreglur fyri heimasíðuna hjá Ótengdu Løgregluklagunevndini:

§17 í almannalóggávuni ásetur plikt fyri teir meir sentralu umsitingarmynduleikarnar um at almannakunngera kunning um virksemi teirra. Henda kunning skal gevast á heimasíðu myndugleikans á alnetinum.

Slíkir umsitingarmyndugleikar hava plikt til at áseta leiðreglur, ið viðvíkja virknu kunningarpliktina, ið fylgir við avgerðini í §17. Innihaldið av hesum leiðreglum – ið eiga at verða almannakunngjørdar á heimasíðuni – eru tengdar at eyðkennunum hjá einstaka mynduleikanum og teim uppgávum hesin røkjur. Á hesi bakgrund verða settar fylgjandi leiðreglur fyri kunning á heimsíðu Ótengdu Løgreglklagumynduleikans:

Heimasíðan skal kunna um:

  • Uppgávur, myndugleikin røkir, og endurgevan av royndum á myndugleikans málsøkjum,
  • Fyriskipanar- og fíggjarviðurskifti,
  • Løgregluklagumyndugleikans hugsjónir og uppgáva,
  • Lógir og reglur, ið liggja til grundar fyri Løgregluklagumynduleikans virkið,
  • Løgregluklagumynduleikans ársfrágreiðing
  • Vegleiðing til almenningin um viðgerð av løgreluklagumálum og skema, ið kann nýtast, tá ein letur inn klagu/fráboðan,
  • Tíðindi og tíðindaskriv, herímillum kunning um Løgregluklagumynduleikans aktuellu, ítøkiligu mál av ávísum týdningi, ið verður sæddar sum havandi áhuga fyri almenningin.
  • Løgregluklagumynduleikans sambandsupplýsingar og upplatingar- og telefonviðtalutíðir.