Løgregluklagumynduleikin er ótengdur av bæði løgreglu og ákærumyndugleikum og uppáva myndugleikans er at kanna revsubar viðurskifti, løgreglustarvsólk í tænastu hava framt og í málum, um persónar, ið eru deyðir ella álvarsliga skaddir orsaka av at løgreglan hevur blandað seg, ella meðan viðkomandi var í varðveitslu hjá løgregluni. Harumframt er uppgávan hjá løgregluklagumyndugleikanum at viðgera og taka avgerðir í málum, har klagað er um atburðin hjá løgregluni.

Hugsjón løgregluklagumynduleikans gjøgnum uppgávuvarðveitan og sum ótengdur mynduleiki er:

  • At vera viðvirkandi til at tryggja rættartrygdini fyri øll íblandaði í løgregluklagumálunum.
  • At skapa mest møguligt álit bæði hjá almenninginum og løgregluni, so mál, ið viðvíkja løgreglustarvsfólk verða viðgjørd rætt, partaleys og rættartrygdarliga ráðiliga.
  • At tryggja eina rætta og skjóta útinnan av viðgerðini av málunum, herímillum at taka avgerðir á einum partaleysum grundarlagi, ið speglar myndugleikans óheftni.
  • At røkja sínar uppgávur við hægstu góðsku, tænastu og munadygni.
  • At tryggja eina eitt sera høgt stig í mun til borgaratilgongd og kunningarmiðlan og harvið viðvirka til at fólkið fær innlit í viðgerðina av løgregluklagumálum.
  • At stovna og víðka um eitt sterkt altjóða samstarv við samsvarandi myndugleikar í øðrum evropeiskum londum.