Ótengdi Løgreglumynduleikin samstarvar við eina røð av útlendskum myndugleikum, ið eins og Løgregluklagumynduleikin røkir uppgávuna í mun til at viðgera klagur og fráboðanir móti løgreglustarvsfólki
- Útlendskir mynduleikar v.m. – eisini uttan fyri Evropa – sýna javnan áhuga í donsku løgregluklaguskipanini, og Løgregluklagumynduleikin hevur í hesum sambandi í eini røð av tilburðum hildið fyrilestrrar og luttikið í ráðstevnum við atliti á at kunna um skipanina. Tað snýr seg m.a. um myndugleikar úr Tunesia, Turkalandi, Grikkalandi, Ukraine og Vietnam.
- Løgregluklagumynduleikin luttekur m.a. í eini fundarrøð saman við fleiri øðrum útlendskum løgruklagustovnum hjá fronska umboðsmannastovninum í París – Le Défenseur des Droits. Endamálið við hesum er serliga at styrkja samstarvið millum evropeisku løgreglustovnarnar og skifta um royndir og breiða út ’best pratices’ innan økið.
- Á árligu ráðstevnuni, ið varð hildin í dgøunum 21-22 november 2012 í Barcelona, varð Løgregluklagumynduleikin upptikin sum limur av EPAC. EPAC er eitt evropeiskt samstarv millum fleir enn 60 mynduleikar ímóti mutri og løgregluklagumynduleikar frá m.a EU-limalondunum og limalondunum úr Evroparáðnum. Samstarvið er óbundið og hevur til endamáls gjøgnum stovnan av einum altjóða neti av týðandi mynduleikum at skifta um royndir og eyðmerkja møguleikar og menna felags framferðarhættir og yrkisligar standardir fyri at berja niður mutur.
Løgregluklagumynduleikin hevur tætt samstarvar við norsku løgregluklagumynduleikan, Spesialenheten, og hevur m.a. gjørt avtalu um møguleika fyri menning av mynduleikans kanningarfólk við útbúgving sum endamál. Fyrsta danska kanningarfólkið fer væntanadi at fara á skiftisskeið í Noregi í endanum av 2014. Í 2013 og 2014 varð harumframt hildið felags námsskeið fyri teim tveimum mynduleikum ávíkavist í Bergen og í Árhus. Á síðsta fundinum luttók eisini eitt umboð frá túðandi svensu mynduleikunum.