Felagsskapur

Ótengdi Løgregluklagumynduleikin (Løgregluklagumynduleikin) er sjálvstøðugur myndugleiki, ið verður leiddur av Løgregluklaguráðnum og einum stjóra. Løgregluklaguráðið er myndugleikans ovasta leiðlsa og er sett saman av einum forfólki, ið skal vera landsdómari, 1 løgfrøðingi, 1 universitetslærara í rættarvísund og 2 umboðum fyri almenningin. Løgregluráðsins limir verða skikkaðir av løgmálaráðharranum í 4 ára skeið. Endursetan kan verða eina ferð.

Dagliga leiðslan hjá Løgreglumyndugleikanum verður røkt av stjóranum og fer fram eftir teimum leiðbeiningum og leiðreglum, sum verða givnar af Løgregluráðnum. Hjá Løgregluklagumyndigleiknum eru nøkur kanningarfólk og løgfrøðilig og fyrisitingarlig starvsfólk.