Atburðarklagur – kapittul 93 b í rættargangslógini:

Sambært § 1019 n í rættargangslógini skal Løgregluklagumyndugleikin taka avgerð í klagumálum innan rímiliga tíð eftir klagan er móttikin. Um Løgregluklagumyndugleikin í klagumálinum ikki nær at taka avgerð innan 6 mánaðir eftir klagan er móttikin, fáa klagari og klagaða løgreglufólkið boð um, hvar málið liggur, og nær avgerð er væntandi.

Fráboðan um revsiverd mál – kapittul 93 c í rættargangslógini:

Er avgerð ikki tikin innan 1 ár eftir móttøku av fráboðan um burturvísing av fráboðanini, steðgan av kanningini, átalufráfall ella átala, ella um rættarfundur við atliti at viðgera málið sum játtanarmál sambært rættargangslógini § 831 ikki er umbiðin, skal ein skrivlig frásøgn sendast fráboðara og øðrum íblandaðum pørtum.