Ótengdi Løgreluklagumyndugleikin (Løgregluklagumyndugleikin) røkir kanningina av revsimálum mótvegis løgreglufólki og viðger og tekur avgerðir í klagum um atburð løgreglufólksins. Løgregluklagumyndugleikin strembar eftir at tryggja eina rættvísa málsviðgerð fyri øll íblandaði og virkar hvørki í borgarans ella løgreglurnar tænastu, men í sannleikans tænastu. Hetta merkir, at hvørki borgari ella løgregla verða sett hægri enn hin í kanningini og avgerðini í einum máli.